Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.09.2026 16:32

Silver Pearl royndarsiglir í kvøld nýggju leiðina til Skotlands

Silver Pearl við bryggju í Runavík í dag. Mynd: Eyp.fo

Samskip fer nú undir nýggja regluliga farmasigling millum Føroyar og Scrabster í Skotlandi. Nýggja tænastan skal knýta Føroyar tættari at bretska marknaðinum og geva føroyskum vinnufyritøkum eina skjótari flutningsleið til útheimin.

Ætlanin er at sigla tvær ferðir um vikuna úr Runavík umvegis Vág í Suðuroy til Scrabster.

Upprunaliga skuldi Silver Arctic byrja siglingina hesa vikuna. Skipið er tó framvegis leigað út til annan part og er tí ikki tøkt enn. Vónin er, at tað verður tøkt til nýggju leiðina heilt skjótt, upplýsir Sjúrður Johansen stjóri hjá Samskip fyri Eysturoyarportalinum.

Í staðin er Silver Pearl fyribils settur í sigling. Fyrsta fráferðin verður úr Runavík í kvøld kl. 21.00 við kós móti Scrabster umvegis Vág.

Henda fyrsta vikan verður í stóran mun at rokna sum ein royndarvika. Samskip fer heilt skjótt at kunngera nærri upplýsingar og siglingarætlan fyri nýggju rutuna, men vil fyrst tryggja, at allir viðkomandi partar í Føroyum og Skotlandi eru til reiðar.

Hóast útflutningurin av laksi er ein týðandi partur av grundarlagnum undir nýggju rutuni, verður leiðin ikki avmarkað til laks.

Samskip fer eisini at bjóða øðrum føroyskum og bretskum kundum flutningspláss – bæði úr Føroyum til Bretlands og úr Bretlandi aftur til Føroya. Nýggja leiðin verður sostatt eitt alternativ hjá fyritøkum, sum hava tørv á regluligum flutningi millum Føroyar og bretska marknaðin.