Mentanardagar í Sunda kommunu
Haldórsvíkar kirkja · kl. 19.00
Forlagið Eksil og Listafólkasamband Føroya bjóða til eitt kvøld í Haldórsvíkar kirkju, har orð, tónleikur og føroyska landslagið møtast.
Rithøvundurin Magnus Gaard leggur fram nýggju bók sína, Trækrúnulivæðrin. Í bókini fær náttúran, plantulívið og tað, sum veksur uttan um okkum og í okkum, eina serliga rødd.
Kim Simonsen lesur úr komandi bók síni, Áin, ein bók um ánna, landslagið og tey spor, ið familja, stað og tíð leggja í okkum. Um vatnið, sum rennur gjøgnum landið, men eisini gjøgnum minnið og lívið.
Kvøldið verður gjørt heilt serligt av tónleikinum hjá Heðini Ziska Davidsen, sum við sínum ljóði letur orðini fáa rúm, dýpd og ein annan hátt at hoyrast.
Ein skýmingarløta í kirkjuni við bókmentum, tónum og røddum úr landinum sum vit liva í.
Vælkomin, tiltakið er ókeypis.