Tíðindaskriv/Kris
Kendi danski sálarfrøðingurin Per Frederiksen frá Aalborg Universitet, luttekur á ráðstevnuni “Lokkarin í nýggjum klæðum…”, við áhugaverdum fyrilestri.
Fyrilestur hansara “Den mørke side af internettet: manipulation, grooming, digitale krænkelser og AI” fer at geva okkum eitt betri forstáilsi av, hvussu kynsligur ágangur gongur fyri seg á netinum og hvussu vit kunnu fyribyrgja hesum – og eisini skilja tey seinárin, ið tey, sum hava upplivað slíkan ágang, stríðast við á lívsleiðini. Per Frederiksen hevur fleiri ára royndir á økinum og hevur eisini í langt áramál verið knýttur at Red Barnet.
Í fyrilestrinum fer Per Frederiksen serliga at tosa um myrku síðuna av internetinum – og geva okkum innlit í eina aðra og myrkari síðu av internetinum.
Ráðstevnan verður í NLH tann 27. oktober.
Atgongurmerki kunnu keypast við at senda teldupost á kris@kris.fo ella www.nlh.fo.