Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.09.2026 12:05

Hósdagin leggur Búskaparráðið fram temafrágreiðing um haldførið

Mynd: Landsbanki Føroya

Landsbanki Føroya

Búskaparráðið leggur fram temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið hósdagin 17. septembur klokkan 11:00 í Smæruni í Tórshavn. Framløgan verður eisini stroymd og leinkjan verður løgd út á heimasíðuna hjá Búskaparráðnum

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Búskaparráðið ger eina konjunkturfrágreiðing um árið og eina temafrágreiðing.

Limir í Búskaparráðnum eru:

Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya.