Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.09.2026 15:57

Landsstýriskvinnan vitjaði tilboð hjá Bláa Krossi

Almanna- og bústaðamálaráðið

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, vitjaði í gjár Seymistovuna Ný Ný og Ávegishúsið í Lynggøtu, sum bæði eru tilboð hjá Bláa Krossi Føroya.

 Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya, vísti landsstýriskvinnuni runt og greiddi frá virkseminum og arbeiðinum í teimum báðum tilboðunum.

 Í Ný Ný verða brúkt klæði nýtt av nýggjum til millum annað barnaklæði og aðrar vørur. Samstundis er seymistovan eitt sosialt og arbeiðslíkt tilboð til fólk, sum ikki megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum, og sum hava tørv á tryggum kørmum, umsorgan og stuðli í gerandisdegnum.

 Ávegishúsið í Lynggøtu er eitt fyribils og rúsfrítt bútilboð til vaksin, sum hava sosialar avbjóðingar og tørv á stuðli til at fáa eina tryggari og meira sjálvstøðuga tilveru.

Tað var sera áhugavert at fáa innlit í hesi bæði ymisku tilboðini og at hoyra um tað týdningarmikla arbeiðið, sum Blái Krossur ger. Bæði tilboðini skapa virði – á hvør sín hátt – fyri einstaka menniskjað og fyri samfelagið”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum.

 Landsstýriskvinnan takkaði fyri eina áhugaverda og gevandi vitjan.