Eyp grein
Simona Tornby og rossini Kiljan og Gígur úr Gøtu hava havt eitt framúr kappingarár. Umframt tvey føroyameistaraheiti vunnu Simona og Kiljan eisini ólavsøkukappríðingina triðja árið á rað.
Tá ið seinasta kappríðingin í 2026 var av, kundi 14 ára gamla Simona Tornby úr Gøtu kalla seg føroyameistara í tveimum greinum: Simona og Kiljan – føroyameistarar í tvíspori fyri ung og Simona og Gígur – føroyameistarar í travi.
Kiljan hevði longu tryggjað sær FM-heitið undan seinastu kappingini. Gígur var hinvegin framvegis í tøttum stríði um meistaraheitið, men við sigri í seinastu kappingini tryggjaðu hann og Simona sær fyrsta plássið og endaðu greitt á odda í samlaðu FM-kappingini.
Hetta er annað árið á rað, at Simona og Gígur gerast føroyameistarar í travi, har børn og vaksin kappast á jøvnum føti.

Støðug framgongd
Simona hevur luttikið í kappríðing, síðan hon var 11 ára gomul. Hóast hon hevur góð úrslit í travi, dámar henni best ferðina í tvíspori, har hon ríður svarta rossinum Kiljan.
Saman hava tey ment seg ár undan ári. Í 2024 gjørdust tey nummar trý í FM, í 2025 endaðu tey á øðrum plássi, og í 2026 rukku tey ovast á sigurspallin sum føroyameistarar í tvíspori fyri ung undir 16 ár.
Vunnu á ólavsøku trý ár á rað
Kappingarárið gjørdist uppaftur minningaríkari, tá ið Simona og Kiljan vunnu ólavsøkukappríðingina triðja árið á rað. Við hesum vunnu tey eisini ferðasteypini frá Odusa Zoneterapi til ognar.
Ólavsøkan hevur altíð verið nakað serligt hjá teimum. Longu sum 11 ára gomul vann Simona silvur á Kiljan í 2023, og síðani hava tey vunnið ólavsøkukappríðingina á hvørjum ári.
Á ólavsøku í 2025 kappaðust tey fyrstu ferð á nýggju breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnadali. Teinurin hjá teimum ungu var tá longdur úr 250 upp í 400 metrar. Simona og Kiljan vunnu sannførandi – heili 1,10 sekund framman fyri næsta rossið.
Til samanberingar var munurin nógv minni í 2023, tá ið tey vunnu silvur bert 0,01 sekund framman fyri bronsuvinnaran.
At vinna er altíð stuttligt, men at vinna á ólavsøku er nakað heilt serligt. Tað er nú vorðin ein føst og góð siðvenja hjá Simonu og Kiljan.

Serligu ferðasteypini frá Odusa Zoneterapi
Í 2011 lat Oda Andreasen tvey ferðasteyp til ólavsøkukappríðingina í tvíspori fyri ung. Annað steypið var ætlað reiðfólkinum og hitt eigaranum av rossinum.
Oda, sum sjálv er úr einari rossafamilju, ynskti at eggja børnum og ungum til at fáast við kappríðing. Samstundis vildi hon eggja teimum vaksnu til at lata børnini ríða góð ross og fáa møguleikan at kappast við sama rossinum í fleiri ár.
Vanliga eigur eigarin av rossinum steypið, meðan reiðfólkið fær heiðursmerkið. Oda vildi eisini tryggja, at børn, sum kappast við rossum, tey ikki sjálvi eiga, kundu vinna eitt steyp til ognar.
Treytin fyri at vinna ferðasteypini til ognar var, at sama reiðfólk skuldi vinna ólavsøkukappríðingina á sama rossi trý ár á rað. Tað krevur bæði eitt skjótt og væl vant ross, eitt dugnaligt reiðfólk og støðuga venjing gjøgnum fleiri ár.
Júst hetta hava Simona og Kiljan nú megnað.

Steypini príða í fjósinum í Gøtu
Fimm FM-kappingar eru í føroyskari kappríðing gjøgnum summarið. Í hvørjari kapping fáa tey trý fremstu í hvørjari grein steyp og heiðursmerki. Eftir seinastu kappingina verða eisini føroyameistararnir og tey, sum enda á øðrum og triðja plássi í samlaðu kappingini, heiðrað.
Kappingarárið 2026 gjørdist sostatt eitt heilt serligt ár hjá Simonu og rossunum úr Gøtu: tvey føroyameistaraheiti og ferðasteypini frá Odusa Zoneterapi til ognar.
Nú heystið er komið, príða steypini í fjósinum Við Ánna í Gøtu. Rossini hava fingið eina væl uppiborna hvíld, og fyribils verður tíðin brúkt til hugnaligar ríðitúrar og góða røkt, áðrenn venjingin til næsta kappingarár byrjar.
