Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.09.2026 08:29

Konsert við Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson

16. september kl. 20:00 í Hátúni og 19. september kl. 17:00 í Gøtu kirkju

Í døgunum 7.-14. oktober fer kórið TARIRA undir leiðslu av Bernharði Wilkinson at luttaka á “Kalamata International Choir Competition and Festival”  í Grikkalandi. Sum upptakt til kórkappingina fer kórið at hava tvær konsertir í Føroyum.

Fyrra konsertin verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla 16. september kl. 20:00 og seinna konsertin verður í Gøtu Kirkju 19. september kl. 17:00.

Kórkappingin í Grikkalandi er skipað soleiðis, at ein meldar til innan ymisk torleikastig og tónleikasløg. TARIRA er tilmeldað innan tvey ymisk tónleikasløg. Kórið skal sostatt framføra eitt verk eftir tónaskald úr Grikkalandi. Harumframt skal kórið eisini framføra føroyskt verk, og í tí sambandi heitti TARIRA á tónaskaldið Tróndur Bogason um at skriva trý styttri kórverk við støði í yrkingasavninum Svørt Orkide hjá Vónbjørt Vang, sum hon vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri. Á komandi konsertunum gleða vit okkum at frumframføra tað eina av hesum kórverkunum. Afturat hesum verða eisini allir aðrir sangir, ið kórið fer at framføra í Kalamata í Grikkalandi.

Til ber at keypa atgongumerki til konsertina í Hátúni á atgongumerki.fo og við dyrnar. Konsertin í Gøtu Kirkju er ókeypis.

Hjartaliga vælkomin!