Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2026 15:24

Hátíðarløta fyri Elenoru, Julionnu, June, Andreu og Rannvá

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Í gjár, 3. september, var hátíðarløta í býráðshúsinum í Norðragøtu, har Eysturkommuna heiðraði fimm starvsfólk fyri drúgva og trúgva tænastu í kommununi.

Tey fimm, sum vóru heiðrað, eru Elenora Debes Petersen, Julianna Næs, June Jónsveinsdóttir, Andrea Durhuus Poulsen, og Rannvá Djurhuus.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, byrjaði við at siga nøkur orð og takkaði teimum øllum fyri stóra arbeiðið, tær hava lagt í kommununa gjøgnum mong ár. Síðani handaði hann teimum hvør sína gávu.

Elenora Debes Petersen hevur starvast í Eysturkommunu í 26 ár. Elenora starvast í dagstovninum Brúsa.

Elenora fekk eitt gávubræv frá Sædisglas.

Julianna Næs hevur starvast í Eysturkommunu í 15 ár. Hon hevur starvast í dagstovninum Brúsa og er nú farin frá vegna aldur.

Julianna fekk ein málning av Leirvík. sum Marjun í Lambanum hevur málað.

June Jónsveinsdóttir hevur verið í starvi hjá kommununi í 28 ár. Hon starvast í dagstovninum Brúsa.

June fekk ein málning av Leirvík, sum Sámal Toftanes hevur málað.

Andrea Durhuus Poulsen hevur starvast í Eysturkommunu í 26 ár. Hon starvast í dagstovninum Gjáa.

Andrea fekk ein málning av Klaksvík, sum Sámal Toftanes hevur málað.

Rannvá Djurhuus hevur starvast í kommununi í heili 44 ár og er nú farin frá vegna aldur.

Í 2021 fekk hon eisini handað tænastumedalju frá drotningini fyri drúgva tænastu.

Rannvá fekk ein málning av Norðragøtu, sum Sámal Toftanes hevur málað.

Tær hava allar sett síni spor og verið við til at skapa tann gerandisdagin, sum okkara borgarar og børn í Eysturkommunu møta hvønn dag.

Eysturkommuna takkar teimum fimm hjartaliga fyri teirra stóra íkast og góða arbeiði ígjøgnum árini, og ynskir teimum alt tað besta framyvir.

Spjaldur