Mikudagin 2. september fekk MRCC fráboðan frá heili trimum smábátum, sum høvdu brúk fyri sleipi.
Fyrst var tað fyrrapartin kl. 11.00, at Rescue Lív sleipaði ein smábát, sum var staddur uttanfyri Velbastað, inn á Havnina.
Síðani var tað seinnipartin kl. 15.00, at East Rescue sleipaði ein uppsteðgaðan smábát, sum var staddur eystanfyri, inn á Havnina.
Og klokkan 17.00 varð tað so Rescue Sverri sum bleiv boðsendur, tá ið ein smábátur sum var uppsteðgaður vestanfyri, hevði brúk fyri sleipi. Báturin varð sleipaður inn til Miðvágs.