Tað var ein stórsligin og søgulig løta, tá ið fyrsti nýbygningurin hjá reiðarínum Navigare Shipping, Hav Leiti, kom inn á Søldarfjørð kl. 11 í morgun.
Sum sigur er, so sigldi Hav Leiti tríggjar rundir á fjørðinum og heilsaði, áðrenn skipið legði at bryggju.
Nógv fólk var møtt upp at heilsa uppá og síggja nýggjasta skipið í flotanum.
Álvur Højgaard, stjóri og reiðari í Navigare Shipping helt røðu.
Síðani var tað borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, og Árni Tór Rasmussen, nevndarformaður hjá Navigare sum hildu røðu. Meðan Nes Sóknar Hornorkestur spældi.
Hav Leiti er fyrsti av fýra nýbygningum, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja.
Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár.
Myndir: Árni Øregaard/Eysturoyarportalurin






























































































