Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til heimatænastuna

Umsóknarfreist: 10.09.2026

Talan er um:

  • Eitt farloyvisstarv á 26 tímar í miðal um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar ídagvaktum. Starvið er til setan frá 1. okt 2026 ella eftir nærri avtalu til 1. mars 2027.

Um starvið
Heimasjúkrarøktin fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði ogalmenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima.

Tú verður partur av einum fjørbroyttum og tvørfakligum toymi, har samstarv og faklig menning eru ímiðdeplinum.

Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú:

  • Hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur góð evni at samskifta bæði í skrift og talu
  • Hevur KT-førleikar á brúkarastøði

Tað kann vera ein fyrimunur um tú:

  • Hevur royndir frá kliniskari sjúkrarøkt ella heimasjúkrarøkt
  • Hevur eftirútbúgving ella skeið innan t.d. gerontologi, palliatión, sárrøkt ella líknandi

Persónligir førleikar
Vit leggja dent á, at tú:

  • Hevur góð samstarvsevni
  • Trívist í tvørfakligum samstarvi
  • Ert arbeiðssom/arbeiðssamur, álítandi og sjálvstøðug/ur
  • Hevur góð evni at miðla sjúkrarøkt og skapa tryggleika hjá borgaranum

Vit bjóða tær

  • Ein spennandi og mennandi arbeiðsdag
  • Møguleika at hava ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum
  • Fjølbroyttar avbjóðingar og møguleika at seta tín dám á arbeiðið

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið FøroyskirSjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni
Telefon: 793304 Teldupostur: anjah@rodin.fo 

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til:rodin@rodin.fo Viðmerk umsóknina “Heimatænastan”

Umsóknarfreistin er 10. sep 2026.