Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2026 14:39

Vitjaðu umborð á Dunga Jákup

Mynd: MEST

MEST

Í gjár, 26. august 2026, hevði MEST vitjan av flokkinum M4 frá Vinnuháskúlanum.

14 lesandi og ein lærari vóru umborð á Dunga Jákup, sum er ein nýbygningur, ið MEST í løtuni byggir á Skála.

Vitjanin hevði eitt serligt samband við undirvísingina hjá flokkinum. Á Vinnuháskúlanum nýta tey nevniliga tekningar, sum MEST hevur gjørt til Dunga Jákup, sum undirvísingartilfar. Tí var hetta eitt gott høvi hjá teimum lesandi at síggja tað í verki, sum tey arbeiða við á tekningum í skúlastovuni.

Umborð fingu tey høvi at síggja, hvussu tekningarnar verða førdar út í lívið, og hvussu eitt nýtt skip tekur skap stig fyri stig. Samstundis fingu tey innlit í arbeiðið og fakøkini, sum skulu spæla saman, tá eitt skip verður bygt frá grundini.

Vitjanin er eitt gott dømi um sambandið millum ástøði og verkligt arbeiði – og tað ger tað sjálvandi eyka áhugavert, at júst Dunga Jákup og arbeiðið hjá MEST eru partur av undirvísingini hjá komandi fakfólkum í føroysku sjóvinnuni.