Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.08.2026 12:07

Týska sendikvinnan vitjað Løgtingið

Anke Meyer, týsk sendikvinna í Danmark, og Johan Dahl, løgtingsformaður. Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Týska sendikvinnan í Danmark, Anke Meyer, vitjar í Føroyum í hesum døgum. Í hesum sambandi hitti hon eisini Johan Dahl, løgtingsformann.

Løgtingsformaðurin vísti sendikvinnuni tingsalin og greiddi samstundis frá føroyskari politiskari søgu.

Harumframt skiftu tey eitt nú orð um fiskivinnuna, eldraøkið, ríkisfelagsskapin og integratión.


Mynd: Anfinn Vitalis Hansen, týskur konsul í Føroyum, Anke Meyer, týsk sendikvinna í Danmark, og Johan Dahl, løgtingsformaður.

Anke Meyer hevur verið týsk sendikvinna í Danmark síðan í fjør. 

Spjaldur