Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.08.2026 13:52

-Aron ikki seldur enn – flytingin væntast at fara í gjøgnum

Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at stórur áhugið hevur verið fyri bóltsnillinginum, Aron Benjaminsyni, alt hetta summarið. Og tí er hetta sum nú er hendir, við møguligum leikaraskiftið, ikki nakað óvæntað fyri felagið.

Soleiðis hevur verið seinastu árini í Sarpugerði, har fleiri týðningarmiklir leikarar eru seldur gjøgnum árini t.d. Gunnar Vatnhamar, Geza Turi, Poul Kallsberg og Ari Olsen.

Brandur Jacobsen leggur dent á, at enn er Aron ikki seldur og heldur ikki er nøkur almenn flyting til Hearts í Skotlandi farin fram. Nakað sum onkrir miðlar hava upplýst seinastu dagarnar.

Tí til hetta skulu feløguni, í hesum førum Víkingur og Hearts, verða samd.

Hann vil ikki váttað eitt møguligt leikaraskiftið, men sigur samstundis, at einki er liðugt fyri enn alt er liðugt.

Aron flutti til Víking í Eysturkommunu úr Kristansund BK í mars í ár, eftir at hann á várið í 2024 hevði skift Skála út við norska felagið. Men flutti aftur til Føroyar og Meistaradeildina fyri at fáa spælitíð.

Í føroyskum fótbólti hevur Aron veruliga gjørt vart við seg við 7 málum í Meistaradeildini og 9 uppleggum í 19 dystum í Meistaradeildini. Meðan hann í Conference League hevur skotið 2 mál, bæði móti Stjarnan í Íslandi.

Tískil er tað nógv sum á, at eitt leikaraskiftið ikki er langt vekk og tað bert snýr seg um dagar, áðrenn Aron Benjaminsen fer at skifta heimavøllin í Sarpugerði í Norðragøtu, út við Tynecastle Stadium í Edinburgh.