Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Tvey eru á Íslandsrygginum, Tvey við Føroyar og eitt er á Flemish Kap. Allir fiska mest av toski og so nakað av hýsu,brosmu og longu.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta. Tað verður nakað av útróðrafiski og eisini fer onkur helst út á Føroya Banka.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Ivasamt um nakar landar í vikuni. Ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Ein frystitrolari fiskar svartkalva.
Partrolarar: Trý pør eru við Føroyar og fiska mest av upsa og so nakað av toski,