Sunda kommuna
Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava diabetes 2 í Føroyum”, fer at gera kanningar í Sunda kommunu týsdagin 25. august og mikudagin 26. august.
Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis diabetes.
Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað. Kanningin tekur umleið fimm minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum.
Møguleiki er at bíleggja sær tíð til kanning á bókingarskipanini við at trýsta á her
Kanningin verður í skúlanum á Langasandi.