Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.08.2026 00:24

Bingo! – sjónleikakonsert setur Niels Midjord í miðdepilin

Tíðindaskriv

Ein av stóru upplivingunum á Mentanardøgunum í ár verður ein nýggj sjónleikakonsert, har tónleikaheimurin hjá Niels Midjord er miðdepilin.

Niels verður heiðraður í øllum frá rokki til popp og blues – við einum sterkum hópi av tónleikarum og leikarum á pallinum.

Sjónleikakonsertin verður leygarkvøldið 5. september kl 20.

Tað er Dánjal á Neystabø, sum hevur lagt tónleikin til rættis og Kjartan Hansen hevur leikstjórnað.

Á palli vera:

Kjartan Hansen

Dánjal á Neystabø

Høgni Lisberg

Benjamin Petersen

Guðrið Hansdóttir

Bárður Reinert

Marius D.C.

Sjónleikakonsertin er samstundis partur av einum størri tema á Mentanardøgunum í ár, har Niels Midjord verður settur í miðdepilin upp á fleiri ymiskar mátar. Meira at frætta um ymiskt í næstum.

Atgongumerkini fara til sølu í fríggjadagin 21. august kl 12.00 á mh.fo

Áhugin fyri Mentanardøgunum tykist vera stórur í ár – konsertin við Clickhaze, sum verður seinni sama kvøld, var útseld innan eitt samdøgur.