Tað hendir nógv í Nes kommunu í hesum døgum. Nógvar verkætlanir eru í gongd – bæði av tí størra og minna slagnum.
Ein av hesum verkætlanunum er pilotverkætlanin viðvíkjandi uppstiganini av reinsiverkinum at fáa litin úr vatninum, sum til tíðir hevur verið ein avbjóðing, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu við Eysturoyarportalin.
Hann sigur, at kommunan í rúma tíð hevur arbeitt við at finna eina varandi loysn uppá avbjóðingarnar við litinum í drekkivatninum í Nes kommunu.
Av tí at talan er um yvirflatuvatn sum íbúgvarnir í Nes kommunu drekka, so hava verið avbjóðingar við litinum, serliga tá ið áarføri hevur verið, í mun til, um talan hevði verið um kelduvatn.
Tað er Jóhan Petur Petersen, verkfrøðingur, sum vegna Mest hevur verið verkætlanarleiðari fyri at uppstiga og nútímansgera reiniverkið hjá Nes kommunu og sum hevur ráðgivið og kannað nógvar ymiskar loysnir.
Í hesum málinum samstarvar MEST við danska felagið Grundfos Water Treatment, sum er
ein altjóða viðurkend fyritøka, tá umræður vatnreinsing og drekkivatn.
Drekkivatnið í Nes kommunu kemur úr Kornvatni, Handara Hamravatni, Heimara Hamravatni og um summarið partvís úr Toftavatni, sigur Súni í Hjøllum.
Og tað er í hesum reinsiverkinum við Nesá, á Nesi, at vatnið fer áðrenn tað fer út í høvuðsvatnleiðingina.

Eftir nógv fyrireikingararbeiði varð ein arbeiðsfundur hildin tann 18 mai í ár, har felags framløga var fyri býráðnum og umsitingini í Nes kommunu. MEST og Grundfos Water Treatment løgdu verkætlanina fram.
Súni í Hjøllum sigur, at kommunan tók tá avgerð um, at verandi reinsiverk verður útbygt til at nækta dagsins tørv, samstundis sum arbeiðið eisini fer at umfata nanofiltrering av vatninum.
Tað er ein av kjarnuppgávunum hjá kommununi at veita nóg mikið av góðum vatni, sigur borgarstjórin at enda, sum fegnaðist at vatnið nú vónandi fer at vera klárt at drekka í Nes kommunu.
Rokna verður við at øll verkætlanin fer at kosta tilsamans uml. 16-17 mió. kr.
