Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.08.2026 10:00

Hevur tú ongan posa eftir?

IRF

Í viku 38 verða grá IRF-rull borin út.

Í hvørjum rulli eru 28 gráir posar. Hetta røkkur til, at IRF heintar ein gráan posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eyka posar til hvørt hálvár. Grá IRF-rull verða borin út tvær ferðir árliga (í viku 12 og 38). Hvít IRF-ull verða borin út eina ferð um árið (í viku 13). Í tí hvíta rullinum eru 14 posar.

Nýggjur reyður IRF-posi verður latin, so hvørt reyði posin verður heintaður.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar posar. Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp, pappír og bleytt plast. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir.

Stórt húski?
Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húski. Les meira her.

Hvussu nógv kanst tú skilja við hús?

Nýt ikki IRF-posarnar til annað enn ruskstativið

Um tit nýta posarnar hjá IRF til rudding, umvæling, tómar fløskur, stórar føðingardagar, skreiðing, havaburturkast og tílíkt, so røkka posarnir ikki til, og tú mást út at keypa fleiri IRF-posar.

Eyka gráir posar kunnu keypast í handlum kring landið

Yvirlit yvir handlar, ið selja gráar IRF-posar, sæst niðast á síðuni her. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr, og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Spjaldur

IRF