Tíðindaskriv/Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Firum og Tjóðsavnið
Hevur tú lagt til merkis broytingar í einum firði ella sundi, einari vík ella vág í Eysturoynni? Nú hevur tú møguleika at lata tína vitan verða partur av einari nýggjari og umfatandi granskingarverkætlan.
Føroyskir firðir hava gjøgnum tíðina verið ávirkaðir bæði av náttúrligum broytingum og av virksemi hjá menniskjum. Samstundis er vitanin um, hvussu firðirnir vóru fyrr, avmarkað. Tí hevur tað stóran týdning at savna inn lokala vitan frá fólki kring landið.
Tín vitan er týdningarmikil
– Kanningin er landsfevnandi, og tað hevur stóran týdning fyri okkum at fáa svar ymsastaðni í landinum. Spurnarblaðið gjørdist alment í juni og fitt av fólki hava svarað, eisini úr Eysturoynni, men vit vilja fegin hava fleiri svar úr Eysturoynni, um møguligt, sigur Tráin P. Nónklett, sum er partur av verkætlanartoyminum.
Spurnarblaðið gevur tær møguleika at greiða frá teimum broytingum, sum tú hevur lagt til merkis í einum ávísum firði ella sundi, ella einari vík ella vág. Tað kann vera eitt stað, har tú ert uppvaksin, býr, hevur arbeitt, ella á annan hátt hevur eitt serligt tilknýti til.
Um verkætlanina
EcoFar er ein tvørvísindalig granskingarverkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Firum og Tjóðsavnið.
Í løtuni verða vísindaligar greinar og aðrar dátur savnaðar saman. Seinni í verkætlanini verða eisini samrøður gjørdar við fólk, sum hava serliga vitan um firðir og broytingarnar í teimum.
Endamálið er at fáa eina betri fatan av, hvussu føroyskir firðir hava broytt seg gjøgnum tíðina. Henda vitan kann síðan verða brúkt sum grundarlag undir framtíðar yvirvøku og umsiting av føroyskum firðum.
Svara spurnarblaðnum
Tá tú svarar spurningunum, tekur tú støði í einum einstøkum firði, vík, vág ella sundi. Um tú hevur vitan um fleiri firðir, ert tú sera vælkomin til at svara kanningini umaftur.
Til ber at svara kanningini her.
Tað tekur umleið 10–20 minuttir at svara spurnablaðnum.
Tráin Petursson Nónklett (trainpn@setur.fo) og Ragnheiður Bogadóttir (ragnheidurb@setur.fo) frá Fróðskaparsetri Føroya hava ábyrgd av spurnarkanningini í samstarvi við verkætlanartoymið. Tað ber eisini til at venda sær til ecofarspurnarblad@us.fo við møguligum spurningum og viðmerkingum.
Vit vóna, at tú hevur hug at deila tína vitan og tínar royndir við okkum.