Vit leita eftir nýggjum lærlingum til Elding á Hoyvíksvegnum, Elding SMS og Elding Klaksvík!
Sum lærlingur í Elding kanst tú vænta at verða partur av eini spennandi fyritøku, har altíð er ferð á. Tú kanst gleða teg til ein fjølbroyttan gerandisdag og til at møta nógvum virknum og ágrýtnum starvsfeløgum, sum øll arbeiða fyri at veita okkara kundum bestu tænastuna. Tað snýr seg um samanhald og um at tað skal vera stuttligt at fara til arbeiðis.
Ein útbúgving sum sølufólk í Elding gevur nógvar møguleikar á komandi starvsleiðini. Vit hava stórt framsøkni tína vegna, og um tú sjálv/ur vísir ábyrgd og áhuga, so røkkur tú uttan iva langt. Tú fært tíðliga møguleika at tjóvstarta tína yrkisleið – til dømis fáa flestu av okkara lærlingum ábyrgd av teirra egna øki í handlinum undir allari lærutíðini. Vit stuðla tær, um tú droymir um ein dag at gerast handilsleiðari.
Hevur tú spurningar, kanst senda ein teldupost til herman@elding.fo
Sí meira á https://starv.elding.fo/