Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, setti mánadagin altjóða fiskivinnuráðstevnuna IIFET 2026. Ráðstevnan, sum verður hildin annaðhvørt ár, er hesa vikuna í Norðurlandahúsinum í Tórshavn. IIFET stendur fyri International Institute of Fisheries Economics and Trade.
Hetta er fyrstu ferð, at IIFET-ráðstevnan verður hildin í Føroyum. Umleið 250 granskarar, umboð fyri vinnu, myndugleikar og altjóða felagsskapir luttaka á ráðstevnuni, sum Fróðskaparsetur Føroya er vertur fyri.
Ráðstevnan byrjaði við einum almennum fundi um framtíðar umsiting av fiskivinnuni. Á fundinum viðgjørdu føroyskir og útlendskir serfrøðingar, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin.
Í setanarrøðuni vísti landsstýrismaðurin á stóra týdningin, sum fiskivinna og alivinna hava fyri føroyska búskapin og samfelagið.
Málið er at skapa størst møguligt virði úr okkara sjófeingi og samstundis tryggja, at tilfeingið verður umsitið burðardygt. Góðar politiskar avgerðir um fiskivinnuna mugu byggja á gransking, men vit hava eisini tørv á vitan og royndum hjá teimum, sum virka í vinnuni
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum