Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2026 12:07

Veðrið í Árnafirði

Mynd: Veðurstova Føroya

Veðurstova Føroya

Á ferð kring landið at savna inn vitan um staðveðrið, hava vit gjørt samrøðu við heimildarfólk úr Árnafirði um, hvussu veðrið er í Árnafirði á øllum ættum. Hetta var 43. samrøðan, vit hava gjørt. Ætlanin er at gera samrøðu í øllum støðum í landinum.

Árnafjørður

Árnafjørður er innast í einum fjørði, sum vendir í landsynning. Fjøllini rundanum eru høg, og tað kann kennast trongt. 

Fjøllini norðan- og eystanfyri verja væl ímóti vindinum. Lítil vindur er í bygdini, tá ið hann er norðan og niður í eystan, men afturfyri regnar illa á hesum ættum og niður í sunnan. 

Landsynningur kemur beint inn á fjørðin og er ringasta ætt til bæði mjørka og brim. 

Fjøllini vestureftir eru eisini høg, og tey taka sítt, áðrenn lotið er í Árnafirði. Í ringum veðri roynist vestan sera illa. Tá kunnu tey liggja svøvnleys. Vestan er eisini besta summarættin til vind og terra. 

Tá ið lágtrýst við illveðri eru vestan fyri Føroyar og ganga norðureftir, er ringasta løtan, tá ið hann er komin upp í lágan vestan. Tá koma øgiligar hvirlur ígjøgnum Áarskarð og sláa rangar niðurúraftur Tólvmarkafjøllunum og fara oman í bygdina. Fer hann bert eitt strik upp um vestan, er beinanvegin betri.  

Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Árnafirði setti undirritaði seg í samband við Mikkjal Mikkelsen. Hann er 85 ára gamalur, ættaður úr Árnafirði og hevur altíð búð har. Hann sat við einum festi í 30 ár – umframt at hann hevur tikið lut í øllum bygdarlívi og tí, sum hartil hoyrir.

Hann bjóðaði mær at koma at vitja heima hjá sær í Árnafirði at tosa um staðveðrið.

Samrøðan finst á heimasíðuni hjá Veðurstovuni. Niðast á forsíðuni eru snarslóðirnar, farið undir Staðveður og blaða niður til Árnafjørð.

Góðan lesihug.