Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2026 09:56

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Tíðindaskriv/Sprotin

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki. Uni Holm Johannesen, Hans Jacob Kollslíð og Jonhard Mikkelsen skipa kvøldini henda veturin.

Skráin 20. august:

Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti

Magnus Gaard, stjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur skrivað bók, sum nevnist Trækrúnulívæðrin. Hon bregdar saman lívfrøði, vistfrøði, humanismu og menniskjaligan hugburð til lívsins og náttúrunar margfeldi. 

Sjúrður Hammer og Magnus – báðir lívfrøðingar – práta um hesi evni, sum eru teimum so umráðandi.

Magdalenuvaskaríini hjá katólsku kirkjuni í Írlandi hava verið avdúkað fyri at fjala veruleikan handan múrarnar. Vaskaríini vóru heim fyri ungar gentur, sum vóru vorðnar við barn og tí duttu niðurímillum forfjónaðar. Katólska kirkjan segðist taka sær av teimum, men veruleikin var lítið tespiligur.

Uni Holm Johannesen og Bergljót av Skarði, sum týddi bókina, práta um Av tí smærra slagnum eftir Claire Keegan.

Krígsharrin í Kreml er bók um, hvussu Putin syndraði russisku grundlógina og evnaði nýggja Russland til saman við sínum stórríkmonnum. Hon snýr seg um fólkaræðiligu afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina.

Hans Jacob Kollslíð tosar við Bjarna Djurholm, sum týddi bókina.

Bjarki – hann úr Hoydølum – gevur okkum tónleikin hesa ferð.

Kom oman í Reinsaríið tann 20. kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót tónleikin.

Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri

Spjaldur