Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.08.2026 09:55

GØ og Alias Morera í Tøting

Tíðindaskriv/Summartónar og Tónleikasamtakið Grót

Leygarkvøldið 22. Aug. kl. 20.30 í Tøting.

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á https://www.atgongumerki.fo/events/3726631… ella við dyrnar frá kl. 20.00.
Tey ið eru 18 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.

GØ:
Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (tangentar), Árni Jóhannesson (bass), Hjørtur Háberg (trummur), Sjúrður Zachariasson (saksofon)

Bólkurin GØ bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í somu rebelsku tilgongdini, tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.

Seinasta árið hevur GØ spælt nógv bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á Reykjavík Jazz Festival, har bólkurin megnaði at imponera íslendsku fjøldina, umframt at fáa góð skoðsmál frá stóra jazzprentinum Jazzwise.

Alias Morera:
Alias Morera er ein føroyskur indie-pop bólkur, ið rør seg frítt millum alternativan pop, folk og rock. Við kenslubornum sangum, sterkum melodium og einum ljóðheimi, sum bæði kann vera myrkur, vakur og orkufullur, hava tey skapt sær eina serstaka rødd á føroyska tónleikapallinum. Við 7 dugnaligum tónleikarum á pallinum, kann væntast eitt brak av eini konsert í Tøting.