Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.08.2026 12:15

Nýggja skipanin “kyss og koyr” riggar væl

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá skúlabørnunum hevur Sjóvar kommuna sett í verk “kyss og koyr” skipan við skúlan. Strandatún er einsrættað millum kl. 7:30 og 8:30, so allir bilar koyra sama veg, og harvið slepst undan, at proppur kemur í. Seinastu dagarnar hava fólk frá kommununi, við borgarstjóranum á odda, verið og stýrt ferðsluni við skúlan. 

Skipanin vísir seg at rigga væl, og allarflestu foreldur halda, at hetta er eitt gott átak. Onkur hevur físt eitt sindur, treyðugt so, men mon ikki, at øll sum frá líður verða glað fyri skipanina? Í øllum førum slepst nú undan at leita eftir einum staði at sleppa børnunum úr bilinum, og børnini hava ein tryggari farveg í skúla.

Spjaldur