Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Bilførari / goymslufólk til Borg á Glyvrum

Bilførari / goymslufólk til Borg á Glyvrum

Hevur tú hug at gerast partur av einum góðum arbeiðsplássi við góðum umstøðum og dugnaligum starvsfelagum?

Vit søkja eftir einum álítandi og ágrýtnum bilførara / goymslufólki til Borg á Glyvrum.

Tú fært ein fjølbroyttan arbeiðsdag í okkara nýggja bygningi á Glyvrum, har vit hava góðar og nútímans umstøður bæði á goymsluni og uttanum.

Arbeiðið umfatar at:

  • avgreiða bíleggingar
  • koyra vøru út til kundar
  • av- og áskipa vøru

Arbeiðið kann vera kropsliga krevjandi.

Vit vænta, at tú:

  • ert álítandi, ágrýtin og kundavinarlig/ur
  • arbeiðir væl bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • ert sinnað/ur at taka eitt eyka tak, tá tørvur er á tí

Vit bjóða:

  • góðar og nútímans arbeiðsumstøður
  • ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • gott arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar
  • eitt arbeiðspláss í menning

Starvið verður sett skjótast gjørligt!

Spurningar?

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Hansen á kari@borg.fo ella tlf. 23 72 86.

Send tína umsókn til hr@borg.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!