Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.08.2026 15:33

IIFET 2026: Setrið vertur fyri altjóða fiskivinnuráðstevnu

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Fróðskaparsetur Føroya

Altjóða ráðstevnan International Institute of Fisheries Economics and Trade (IIFET) verður hildin í Norðurlandahúsinum 17. til 21. august, og enn ber til at tekna seg

Fróðskaparsetur Føroya spennir seg aftur út sum vertur fyri eini stórari altjóða ráðstevnu, sum hesuferð snýr seg um sjógvin og tað, ið hann kann kasta av sær.

IIFET er ein altjóða felagsskapur, sum síðani 1982 hevur savnað granskarar, vinnulívsfólk, myndugleikar og altjóða felagsskapir úr øllum heiminum at deila nýggja vitan hvør við annan og læra hvør av øðrum. Annaðhvørt ár verður skipað fyri altjóða ráðstevnu, har fiskivinnu-, alivinnu- og havbúskapur eru í miðdeplinum, og seinast varð hon hildin í Penang í Malaysia. Nú verður hon so á fyrsta sinni hildin her í Føroyum.

– Tað hevur stóran týdning fyri okkum á Fróðskaparsetrinum at kunna skipa fyri einum slíkum stórum altjóða tiltaki, og samstundis er tað eisini ein viðurkenning av Føroyum sum vertstjóð á einum øki, sum hevur so stóran týdning fyri føroyska samfelagið, sigur Hans Ellefsen, sum er formaður í fyriskipanarnevndini.

Spennandi skrá
Væntandi koma 250 granskarar, umboð fyri vinnulívið, myndugleikar og altjóða felagsskapir til Føroya í sambandi við IIFET-ráðstevnuna.

Á skránni eru evni sum burðardygg umsiting av fiskivinnu og alivinnu, tilfeingisbúskapur, handil við fiski, matvørutrygd og arbeiðsmarknaður.

Dentur verður eisini lagdur á, hvussu búskaparlig, samfelagslig og náttúruvísindalig vitan kann stuðla undir burðardygga menning av havinum og teimum vinnum, sum eru knýttar at tí.

Alment samfelagsligt fokus 17. august
Mánadagin 17. august klokkan 13:00 er eitt serligt alment tiltak á skránni, sum hevur breiðari samfelagsligt fokus, á enskum kallað Policy Day.

Tá fara umboð fyri gransking, vinnulív og myndugleikar at viðgera viðkomandi búskaparligar og samfelagsligar spurningar, tá talan er um fiskivinnu og alivinnu.

Millum røðararnar verða Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Dáði Már Kristófersson, íslendskur fíggjarmálaráðharri, og Alan Haynie, stjóri í ICES.

Tiltakið er, sum nevnt, alment, og øll við áhuga eru vælkomin við.

Føroyar karmur um upplivingina
Seinasti ráðstevnudagurin verður brúktur til útferðir kring Føroyar.

Luttakararnir kunnu velja millum vinnuligar vitjanir hjá føroyskum fyritøkum í fiskivinnuni og alivinnuni ella útferðir, har náttúran, mentanin og søguligu støðini eru í miðdeplinum.

– Umframt at fáa og geva týðandi vitan, so er ráðstevnan eisini eitt gylt høvi at vísa okkara førleikar í Føroyum fram og samstundis skapa nýggj altjóða sambond, sigur Hans Ellefsen.

Ráðstevnan hevur fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, grunni undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Betri-samtakinum.

Tey, sum vilja luttaka, kunnu senda teldupost til HansE@setur.fo

Gevið gætur, at neyðugt er ikki við tilmelding til almenna tiltakið 17. august klokkan 13:00,

Sí skránna HER

Lesið meira um IIFET HER