Tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur um úrslitið við Løkin í kvøld. Tað var heimaliðið alt ov sterkt til.
NSÍ skeyt trý mál í fyrra hálvleiki – tey skutu Petur Knudsen, Marius Kryger Lindh meðan hitt var sjálvmál. Klæmint A. Olsen setti punktum í seinna hálvleiki við fjórða málinum í dystinum, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
NSÍ er nú aftur oddalið í Meistaradeildini hjá monnum, eftir at KÍ snávaði á heimavølli ímóti HB í kvøld.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo


































































