EB/Streymur skrivar:
EB/Streymur hevur skrivað undir sáttmála við 16 ára gamla eiðismannin, Villiam Sørensen.
Villiam er ein spennandi framrættaður leikari. Hann er ein arbeiðssamur og málrættaður spælari við góðum tekniskum førleikum og hevur eisini umboðað U16-landsliðið.
Vit gleða okkum at fylgja hansara menning komandi árini.