Ferðalagið við NSÍ leikarum, venjarum og nevnd, fór tíðliga í morgun úr Føroyum, har kósin varð sett móti sveisiska býnum Lugano, har stórfelagið FC Lugano bíðar.
Tað hevur verið ein long ferð, hjá troyttu NSÍ leikarunum, aftaná dystin ímóti HB í gjárskvøldið, sum kanska nakað óvænta endaði við einum 3-1 tapið til teir gulu úr Runavík.
Ferðast var við Atlantic Airways úr Vágum, har flogið var niður til London, Gatwick, har síðani varð flogið víðari til Milano í Italia. Og har tað síðani varð koyrt við bussi frá Milano og yvir um markið til Sveis og býin Lugano sum liggur beint hinumegin markið til Italia.
Ferðalagið kom á hotellið í Lugano, Hotel De La Paix, uml kl. 20.00 sveisiska tíð, sum er kl. 19.00 føroyska tíð.
Hitin lá tá um 33 stig.
Dysturin verður leiktur hóskvøldið kl. 19.30 føroyska tíð.






Myndir: Eyp.foStuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:
FBS – Føroya Betongsaging
Kiosk Vár