Føroyska Sjómansmissiónin
Gongst eftir ætlan, kemur nýbygningurin Maru á Strendur á middegi mikudagin.
Maru, FD 209 hevur heimstað á Strondum. Hann er bygdur í Litava og er ein Seigur Boats.
Maru er 12,4 metrar langur, 4,5 metrar breiður og lastar 25.000 pund. Motorurin er ein 294 KW Scania. Báturin hevur egningamaskin og er í bólki 5A, sum eru útróðrarbátar undir 15 tons.
Eigari er Sp/f Aron, Føroyar. Sum skilst eru tað Haldor Haraldsen og Sonni Johansen útróðrarmenn saman við Arnold Davidsen og fleiri, ið eiga felagið.
Meiri verður at frætta um bátinum seinni.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum tillukku og Guds signing við Maru.


Myndir: Calum Gray og Sonni Johansen