Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.08.2026 14:13

Dansk Politiidrætsforbund á Svangaskarði

Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Í morgun var nógv fólk á Svangaskarði.

Dansk Politiidrætsforbund skipar í hesi vikuni fyri vitarenning (orienteringsløb) í Føroyum.

Í dag verður runnið í økinum við Toftavatn.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði í morgun teimum 103 luttakarunum vælkomnum.

Aftaná helt Michael Boolsen, fúti, røðu og setti stevnuna.

Erik Lindholt, løgreglumaður, sum áður hevur starvast í Føroyum, er stevnuleiðari.

Líknandi tiltak var eisini í 2017 og 2021.

Myndir: Nes kommuna