NSÍ gjørdi í kvøld eitt satt fótbóltsbragd, tá teir í nógva hitanum niðrið í Slovenia, megnaðu at venda einum 2-0 tapið frá fyrra dystinum í Føroyum, til ein 3-1 sigur á útivølli móti FC Koper á Bonifika Stadion.
Beinir Nolsøe legið NSÍ á odda í 35 minutti. Tað var eisini støðan í hálvleikinum. Marius Kryger Lindh økti til 2-0 í 74 minutti, sum gjørdist úrslitið eftir teir vanligu 90 minuttirnar. Tískil mátti longd leiktíð til, og tá ið 102 minuttir vóru leiktir svaraði heimaliðið aftur og skoraði til 2-1 eftir brotsspark. Og nú trúðu nok tey flestu at dysturin var taptur. Men í yvirtíðini av yvirtíðini var tað so Michael Przybylski, sum tryggjað at dysturin mátti út í brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.
Ein brotssparkskapping sum teir gulu úr NSÍ vunnu, og sum nú skulu møta FC Lugano úr Sveits í 3. umfari av Conference League.
Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:
Voyt
Runavíkar Kommuna
Navigare
FBS – Føroya Betongsaging
Kiosk Vár