Mynd: Kári Sigvardsen, stjóri
Hendrik Egholm, Rúni Vang Poulsen og Kári Sigvardsen hava keypt familjufyritøkuna, og Kári Sigvardsen er nýggjur stjóri.
Zacharias Leitisstein P/F hevur virkað innan hita, vatn, sanitet og ventilatión síðani 1959 og hevur staðið fyri støðufesti og góðum handverki.
Við nýggjum eigarum og leiðslu halda vit fram við verandi virksemi, men vit fara eisini at flyta okkum. Vit koma í næstum við nýggjum orkuloysnum við jarðhita og hitapumpum og fara vit eisini at bjóða vinnuni fleiri tænastur.
