Havstovan
Í seinnu helvt av juni gjørdi Jákup Sverri yngul-og ætikanningar bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Trolstøðirnar síggjast sum gular strikur á kortinum.

Á Landgrunninum var sera lítið av yngli av høvuðsfiskasløgunum toski, hýsu, hvítingsbróðri og nebbasild. Samlaða nøgdin av hesum yngli á Landgrunninum er tann fjórðlægsta, sum er skrásett síðan kanningarnar byrjaðu í 1983. Miðallongdin á ynglinum var eisini lítil. Hetta kann hava týdning fyri yvirlivingina, tí størri yngulvanliga hevur betri møguleika at klára seg og seinni gerast partur av vaksna stovninum.

Miðaltal av yngli pr. støð á Landgrunninum árini 1983-2026 av høvuðsfiskasløgunum.
Tað er eitt tætt samband millum gróðurin á Landgrunninum og nøgdina av fiskayngli, og gróðurin hevur í ár verið sera vánaligur. Tískil er úrslitið ikki heilt óvæntað. Eisini var djóraætið á Landgrunninum fyri tað mesta smátt, og hetta bendir á, at føðiviðurskiftini fyri fiskayngulin eru vánalig í ár.

Lágu nøgdirnar av hvítingsbróður- og nebbasildayngli benda á, at føðiviðurskiftini á Landgrunninum kunnu gerast verri næstu tíðina, bæði fyri fisk og sjófugl. Samstundis verður árgangsstyrkin hjá toski væntandi lág fyri 2026-árgangin.
Á Føroyabanka var støðan hinvegin ein heilt onnur. Har var væl meira av gróðri enn á Landgrunninum. Í miðal var nøgdin av plantuæti umleið 2-3 ferðir størri á Bankanum enn á Landgrunninum, og tí letur til, at bæði nøring og vøkstur hjá djóraæti hava verið betri har.
Yngulkanningarnar vístu, at ongantíð áður er so nógv skrásett av bæði toska- og hýsuyngli á Bankanum. Miðaltalið av toskayngli fyri árini 1991-2025 er 53 yngul pr. hál, meðan miðaltalið í ár var umleið 4000 toskayngul pr. hál. Yngulin var at fáa runt allan Bankan.

Miðaltal av yngli pr. støð á Føroyabanka 1991-2026 av høvuðsfiskasløgunum.
Eisini var rættiliga nógvur svartkjaftayngul at fáa á Bankanum, og hetta er fyrstu ferð, at slíkt er skrásett í kanningunum. Nøgdin av nebbasild var tó undir miðal.
Tískil kann roknast við, at føðiviðurskiftini á Føroyabanka verða nakað betri komandi vetur, enn væntast kann á Landgrunninum.

Útbreiðsla og nøgd av yngli í yngulkanningunum við Jákup Sverra í juni 2026, bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Víst eru tølini fyri tosk, hýsu, hvítingsbróður, nebbasild og svartkjaft. Svartir krossar vísa støðir, har ongin yngul varð fingin, og bláu punktini vísa tal av yngli pr. hál.
Túrfrágreiðingin kann lesast her.
