Leiguflogfarið við Hamrun Spartans leikarunum og venjaratoyminum lendið í Vágunum í øllum góðum nakað áðrenn kl. 12.00 í dag.
Ein ferð, sum hevur verið nógv drúgvari enn ætla, har føroyska veðurlagið hevur spælt útlendsku gestunum eitt puss.
Ivamál var tí um dysturin skuldi útsetast til í morgin, sum eisini hevur verið eitt ynski frá Maltesiska felagnum, men nú er endaliga váttað, at soleiðis verður ikki.
Dysturin sum upprunaliga skuldi leikast í Djúpumýru kl. 19.45, verður leiktur sum ætla.
Enn eru leikararnir ikki komnir til Klaksvíkar, men sum sæst á myndini, er alt um at verða klárt til kvøldsins dyst.
Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Coference League hava:
Voyt
Runavíkar Kommuna
Navigare
FBS – Føroya Betongsaging
