Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2026 08:46

Víkingur í Conference League: Nýggjur maður á síðulinjuni

Tá ið dysturin millum Stjarnan FC og Víking í Conferece League verður leiktur seinni í dag, verður eitt nýtt andlit at síggja á síðulinjuni.

Atli Gregersen, sum í fjør valdi at seta gaggurnar á hillina eftir eina langa og drúgva yrkisleið, skal hendan dystin standa við høvuðsábyrgdini, nú høvuðsvenjarin, Jóhan Petur Poulsen ikki er við á ferðini til Íslands.

Avtala er gjørd, at hann bert hendan eina dystin skal standa á odda fyri liðnum úr Eysturkommunu. Eftir ætlan verður Jóhan Petur Poulsen aftur at síggja á síðulinjunni, tá ið liðini møtast í Klaksvík um eina viku.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Coference League hava:

TN Bygging

Stórbilar

TJ Smíð

PRG

Sp/f Stoyp

P/F Varðin