Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2026 11:52

Fuglafjarðar Kommuna – ein kommuna við møguleikum

Lesarabræv

Fuglafjarðar Kommuna hevur fingið framleitt nakað av tilfari, har tað ber til at síggja, hvussu man kann byggja á nøkrum av grundstykkjunum, sum kommunan annars hevur á sølulista fyri tíðina. Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur gjørt tilfarið fyri kommununa. Hetta tilfarið liggur á heimasíðuni hjá kommununi: www.fuglafjordur.fo

Fuglafjarðar Kommuna hevur 13 grundstykkir á sølulista í løtuni, har møguleiki er at byggja sethús og smærri íbúðarbygningar. Tað eru 12 grundstykkir til inni í Fuglafirði og 1 grundstykki á Kambsdali til á sølulistanum beint nú.

Útstykkingin Vesturi á Fløtum er farin í útboð, og væntandi verða 7 grundstykkir gjørd byggibúgvin har seinni í heyst. Onkur av hesum stykkjunum eru umbiðin, men áhugaði eru vælkomin at venda sær til kommununa fyri at fáa meira at vita.

Kommunan arbeiður alla tíðina við at fáa skapt fleiri møguleikar til bygging av ymiskum slagi. Millum annað bleiv á býráðsfundinum í mai samtykt at broyta byggisamtyktina úti á Land, har gamla Ísvirkið hjá Haraldsen varð í sínari tíð. Tað tekur nakað av tíð at fáa byggisamtyktir uppá pláss, men vónandi innan ikki alt ov langa tíð verður eitt øki á uml. 3000 m2 tøkt har við møguleika fyri at byggja íbúðir v.m.

Eisini er ætlanin at fáa avsett pening til at útstykkja meira á Kambsdali á fíggjarætlanini fyri 2027. Býráðið og umsitingin eru so smátt farin í gongd við arbeiða við at fáa smíða fíggjarætlanini fyri komandi ár, har ein raðfesting verður at fáa gjørt fleiri grundstykkjir á Kambsdali, har tað eru komin eini 8-10 hús síðstu árini og fleiri millum annað fleiri barnafamiljur hava sett búgv. 

Kommunan arbeiður og hevur arbeitt við einari størri ætlan á Kambsdali. Tann ætlanin umfatar sethús, raðhús, íbúðir, handilshølir og felagsøkir.  Har verður eisini bíða eftir, at byggisamtyktin kemur uppá pláss. Býráðið sær stórar møguleikar í at menna Kambsdal komandi árini, tí byggilendið er gott og ikki so avbjóðandi sum inni í Fuglafirði, har tað annars er stórur jarðarmunur mestsum allastaðnis

Tað er gott at búgva í einari kommunu í menning, har tað eru møguleikar til bygging av ymiskum slag, nógvum arbeiði, útbúgvingmøguleikum, og har eitt ríkt fjøltáttað felagslív/mentanarlív blómar

Vinarliga 

Eivin Sigurð Breiðaskarð

Formaður tekniska Nevnd

Formaður orku & umhvørvisnevnd

Fastur limur í sosialu nevnd

Fastur limur í mentanarnevnd