Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2026 17:30

NSÍ í Conference League: NSÍ skal møta einum av størstu feløgunum á Malta

NSÍ skal møta Hamrun Spartans F.C. (um teir fáa lent fyri mjørka) í fyrsta umfari av Conference League 9. juli á “heimavølli” í Klaksvík.

Enn er óvist um ella nær flogfarið við leikarahópinum fær lent í Vágunum. Møguleiki er eisini fyri, at dysturin verður útsettur til fríggjadagin.

Felagið varð stovnað í 1907 og er hetta er eitt av elstu og mest sigursríku fótbóltsfeløgunum niðuri á Malta. Felagið hevur heimstað í býnum Ħamrun, sum liggur tætt við høvuðsstaðin Valletta. Felagið spælir í reyðum og svørtum litum og verður ofta roknað sum eitt av teimum stóru feløgunum í maltesiskum fótbólti saman við Hibernians FC, Floriana FC, Sliema Wanderers og Birkikara FC.

Søga og støða

Hamrun Spartans hevði síni fyrstu gullár tíðliga í 1900-talinum, men tann veruliga stórheitstíðin kom í 1980’unum og fyrst í 1990’unum. 

Eftir fleiri tung ár við fíggjarligum trupulleikum og niðurflytingum vendi gongdin til tað betra aftur í 2020. Síðani tá hevur Hamrun Spartans aftur verið eitt av oddaliðnum á Malta og hevur vunnið fleiri meistaraheiti.

Hamrun Spartans í evropeiskum kappingum

Evropeiska søgan hjá Hamrun er long og spennandi.

Í 1984 skrivaði felagið maltesiska fótbóltssøgu, tá ið teir vunnu 1–0 á útivølli móti Ballymena United úr Norðurírlandi í Cup Winners’ Cup. Tað var fyrsti sigur á útivølli nakrantíð hjá einum maltesiskum felagi í eini evropeiskari kapping. Hamrun Spartans vann uppgerðina 3–1 samanlagt og fór víðari. 

Gjøgnum árini hevur felagið spælt móti stórfeløgum sum: Benfica, Rapid Wien, Dynamo Moscow, Real Valladolid og Dundee United.

Ofta hevur munurin verið stórur, men Hamrun Spartans hevur tó fleiri ferðir megnað at gjørt tað trupult móti sterkari mótstøðu. 

Tað størsta evropeiska bragdið hjá felagnum kom í nýggjari tíð. Í 2025 gjørdist Hamrun Spartans fyrsta maltesiska felagið nakrantíð at røkka einum UEFA deildar/bólkaspæli, tá teir kvalifiseraðu seg til Conference League. 

Áhugavert fakta

Í Champions League-kvalifikatiónini 2025 vóru Hamrun Spartans partur av einum metlangum brotssparkskappingardysti móti Žalgiris Vilnius. Heili 28 brotsspørk vórðu tikin, áðrenn Hamrun vann – eitt met í Champions League-kvalifikatión. 

Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Coference League hava:

Voyt

Runavíkar Kommuna

Navigare

FBS – Føroya Betongsaging