Tíðindaskriv/ Norðoya Sparikassi
Danski Tjóðbankin hækkaði rentuna við 0,25 %-stigum tann 12. juni, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.
Inn- og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Broytingarnar koma í gildi tann 20. august 2026.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
