Tíðindaskriv/ Lions Club Tórshavn
Aftur í ár hevur Lions Club Tórshavn listaframsýning í Müllers pakkhúsi í Havn á ólavsøku, har alskyns listafólk sýna fram síni listaverk í tilsamans fýra dagar – alt samalt til frama fyri vælgerðarendamál.
Hesa ferð letur árliga framsýningin upp seinnapartin mánadagin 27. juli og heldur fram alla ólavsøkuna til hósdagin 30. juli. Mánadagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og hósdagin er opið klokkan 16-20.
Sum vant er framsýningin opin fyri øllum, ið hava hug at sýna fram síni listaverk – ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur. Longu nú kunnu áhugaðir framsýnarar melda síni listaverk til framsýningina, og freistin at melda til ólavsøkuframsýningina er týsdagin 21. juli.
Listaverkini skulu latast inn í Müllers pakkhúsi fríggjadagin 24. juli millum klokkan 18 og 20, og óseld listaverk skulu heintast har hósdagin 30. juli, millum klokkan 20 og 21.
Nærri kunning sæst á https://lions.fo/tn/ ella á www.facebook.com/lionstorshavn. Leinkja til tilmeldingarskjal sæst her: https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/k1ezjhoi0pg1mxk
Ágóðin av ólavsøkuframsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2026, er ikki endaliga avgjørt enn, men verður kunngjørt á www.lions.fo og aðrastaðni.
