Nýggj nevnd hevur tikið sætið á einum av Føroya størstu feløgunum – P/F Varðin í Gøtu.
Inn í nevndina, sum er mannað av fimm nevndarlimum, eru trý nýggj andlit. Allir menn, sum hava havt tætt tilknýtið til felagið alt sítt lív og sum nú skulu byggja á herðarnar á undangongumonnunum teirra.
Per Dávidsson Jacobsen, er nýggur nevndarformaður og nýggjur í nevndini. Meðan Poul Arni Jacobsen og Arni Rasmussen eru hinir báðir nýggju í nevndini. Pól Øregaard Jacobsen og Frits Thomsen, sum eisini sótu í gomlu nevndini og halda fram í nýggju nevndini.
P/F Varðin varð stovnað í 1985. Tað vóru menn úr Gøtu, sum tóku stig til at byggja nóta- og trolbátin Trónd í Gøtu, sum varð grundarsteinurin undir Varðanum.
P/F Varðin rekur í dag fylgjandi uppisjóvarskip:
- P/F Hvamm – M/S Tróndur í Gøtu
- P/F Krossbrekka – M/S Finnur Fríði
- P/F Driftin – M/S Gøtunes
- P/F Gulenni – M/S Tummas
P/F Varðin er eitt vælrikið føroyskt felag sum hevur meira enn 40 ár á baki. Umsetningurin er yvir eina milliard krónur, og felagið hevur yvir 375 fólk í starvi, bæði á sjógvi og landi.

