Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2026 14:52

Nýggj vísindagrein um føroyskar firðir og sund

Firum

Endamálið við greinini er at geva eitt yvirlit yvir núverandi vitan um havfrøðiligu og lívfrøðiligu viðurskiftini í okkara firðum og sundum. Greinin vísir millum annað, at føroyskir firðir eru sermerktir við, at teir eru stuttir, grunnir og tætt knýttir at opna havinum, sum gevur teimum onnur havfrøðilig og lívfrøðilig eyðkenni enn í størru og meira avbyrgdu firðunum í okkara grannalondum. Arbeitt hevur verið við tilfari frá bæði føroyskum og altjóða vísindaligum útgávum, soleiðis at vitanin, sum higartil hevur verið spjadd í mongum greinum og frágreiðingum, verður savnað á einum stað.

Greinin er í tveimum pørtum, har tann fyrri parturin tekur saman um vitanina um havfrøðiligu og lívfrøðiligu viðurskiftini á firðum, meðan tann seinni parturin er ein roynd at samla eitt yvirlit yvir skrivligt tilfar um firðir og sund. Yvirlitið yvir tilfar er eisini tøkt sum ein BibTex-fíla.

Sí leinkju til BibTex fíluna her.

Hóast stórur dentur er lagdur á at savna viðkomandi tilfar, er sannlíkt, at keldur framvegis mangla. Vónin er tí, at BibTeX-fílan kann virka sum eitt livandi skjal, ið kann verða víðkað og dagført av granskarum og øðrum við áhuga fyri føroyskum firðum og sundum.

Arbeiði er partur av verkætlanini FjordProcess, sum er eitt samstarv millum Havstovuna, Firum og Aarhus Universitet og er fíggja av MARiNAO.

Gunnvør á Norði, granskari á Firm, er høvuðsrithøvundur. Viðhøvundar eru Sissal Vágsheyg Erenbjerg og Erna Lava Olsen frá Firum, Sólvá JacobsenHjálmar Hátún og Eydna í Homrum frá Havstovuni.

  • Les greinina í Fróðskaparrit talgilt her 
  • Tak greinina niður sum PDF fíla her
Firum grein 30-06-26 vísindagrein um føroyskar firðir og sund 1.png

Mynd: Barotropiska rákið frá modellinum FarCoast. Rákið er hart í flestu sundum, og nógv spakari inni á firðunum og í sundalagnum.

Firum grein 30-06-26 vísindagrein um føroyskar firðir og sund 2.png

Mynd: Estuarint rák á einum gáttafirði. Um veturin er estuarina rákið í tveimum løgum har tað rekur inn við botn og út við vatnskorpuna. Um summari er gáttafjørðururin deildur í trí løg, har sjógvurin við botn stórt sæð ikki verður skiftur út, og hetta kann føra til ilttrot niðri við botn.

Firum - FB, LI, X posts - Vísindagrein 30-06-26 heim.png

Mynd: Sundalagið, við Hósvík vinstrumegin og Hvalvík fyri norðan. Gunnvør á Norði, Firum.

Spjaldur