Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2026 15:21

Prógvhandan á Tøknibreytini

Mynd: Tekniski Skúlin í Klaksvik

Tekniski Skúlin í Klaksvik

Í gjár var prógvhandan úti í Grøv fyri teknisku studentunum á Tekniska Skúla í Klaksvík. Veðrið var av tí allarbesta, og nógv fólk vóru komin saman at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar.

Fyrst bjóðaði leiðarin á Tøknibreytini, Kjartan Gaard Sleire, vælkomin, áðrenn Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg. Síðani helt Marý Fjallstein Petersen, rúmdarverkfrøðingur í Aerospace Enginering og fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, røðu.

Síðani var felagssangur, áðrenn skúlastjórin, Rúni Heinesen, handaði prógvini. Eftir prógvhandanina vóru næmingarøður á skránni. Næmingarøðurnar hesaferð vórðu hildnar av Sólju Ernstdóttir, Sesiliu Biskopstø og Árna Vest fyri ítróttarleiðina, meðan Sveinur Áslaksson helt røðu fyri tøknileiðina.

At enda varð boðið til kaffi og køkur á TSK, har heiðursprógv vórðu givin fyri ávikavist besta prógv og hjálpsamasta næming. Heini Dai Jørgensen fekk handað heiðursprógv fyri besta prógvið á Tøknibreytini. Heiðurin sum hjálpsamasti næmingur fekk Dávid Taher Bourbiaa, sum øll trý árini hevur verið til reiðar at hjálpt til á nógvum ymiskum økjum.

Vit ynskja teimum báðum og øllum hinum pisunum á Tøknibreytini hjartaliga tillukku við prógvunum.

Løtumyndir frá prógvhandanini kunnu síggjast á Facebook-vanganum hjá skúlanum, ið eitur TSK.

Tøknibreyin – Ítróttarleið:

Aftara rað: Ámundur Berthelsen, Regin Malaki Henriksen, Ísakur J. Johannesen, Tóki Hentze Grønnebæk og Jónatan Nattestad.

Fremra rað: Árni Vest, Sólja Ernsdóttir, Sesilia Biskopstø, Liljan H. Bjarnason, Uni Blástein og Brandur Sølvason.

Tøknibreytin – Vanlig leið

Aftara rað: Pauli Matras Simonsen, Regin Poulsen, Jóhann Lenvig, Jógvan Andrias Petersen, Filip Djurhuus, Heini Dai Jørgensen og Jógvan Jákup G. Johansen

Fremra rað: Dávid Taher Bourbia, Sveinur Áslaksson, Sára Joensen, Gunnvør Wenningsted Petersen, Judith Helena S. Brekku, Jóhannes A. Hentze og Harry Ziska Davidsen.