Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.06.2026 09:58

Team Rynkeby vitjar á Strondum

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Hósdagin 25. juni frá kl. 14.50 til kl. 15.15 verður hugnaløta á parkeringsplássinum við rundkoyringina við Sjógv á Strondum í samband við, at Team Rynkeby Føroyar vitjar Sjóvar kommunu.

Vitjanin á Strondum er ein partur av prologinum hjá Team Rynkeby Føroyar, áðrenn súkklararnir fara av landinum 3. juli at súkkla longu leiðina til París.

Súkklararnir byrja prologin kl. 10.30 í Klaksvík, og súkkla síðani til Havnar, har steðgað verður ymsastaðni hjá kommunum og fyritøkum. 

Á Strondum ber forkvinnan í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini eina heilsu fram til rynkurnar, umframt at Sjóvar kommuna handar Team Rynkeby Føroyar stuðul. Øll fáa møguleika at heilsa uppá súkklararnar, og børn fáa fløgg at veittra fyri teimum. 

Kommunan bjóðar eisini okkurt gott til høvið, bæði til børn og vaksin.

Vónandi møta borgarar í øllum aldri fjølmentir til hugnaløtuna.

Hjartaliga vælkomin!