Tekniski Skúlin í Klaksvík
Fyrstu kokkalærlingarnir, ið hava tikið fulla kokkaútbúgving í føroysku útbúgvingarskipanini, hava nú fingið prógv.
Fríggjadagin 19. juni kundu 34 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildunum á Tekniska Skúla umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina. Harumframt fingu tveir næmingar á Matvørubreytini, Mogens Højsted og Pætur Reinert, handað prógv. Teir báðir eru fyrstu næmingarnir, sum hava tikið fulla kokkaútbúgving í føroysku útbúgvingarskipanini.
Eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu 34 lærlingar umsíðir taka ímóti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum. Hetta varð heiðrað við røðu frá Bárði á Lakjuni, landstýrismanni í mentamálum, felagssangi og góðum mati.
Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.
TSK ynskir sveinunum hjartaliga tillukku við prógvunum og blíðan byr í kokkayrkinum framyvir.
Myndir frá hátíðarløtuni kunnu síggjast á Facebook-vanganum hjá skúlanum, ið eitur TSK.



