Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.06.2026 12:22

Staðfest: Árni Nóa Atlason til Vendsyssel FF

Árni Nóa leikti á miðvøllinum í gjár móti KÍ. Mynd: Eyp.fo

Hann var fyri nøkrum vikum síðani til royndarvenjing í Vendsyssel FF. Og hevur tað nú borið frukt.

Danska felagið boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt ein 3 ára sáttmála við 20 ára gamla Árna Nóa Atlason úr Víkingi.

Ungi víkingurin, sum er sonur Atla Gregersen, skal nú royna seg í donsku 1. division, eftir at felagið júst er flutt upp í næstbestu donsku deildina.

Hann verður nú liðfelagið við ein annan fyrrverandi Víking, nemliga Ara Olsen, sum flutti til Vendsyssel í fjør.

Árni leikti í gjárskvøldið sín seinasta dyst fyri barndómsfelagið á hesum sinnið, tá ið hann og liðfelagirnir leiktu 2-2 móti KÍ í Sarpugerði.