Fiskamarknaður Føroya
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuskiftinum.Eitt frystilínuskip er við Ísland, seks eru á Flemish Kap og fýra eru við Føroyar.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður hampuligt tað mesta av vikuni, so vit vanta nakað av útróðið.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir fiska svartkalva og koma vantandi allir at landa í vikuni. Ein er vestanfyri, hann landar vantandi síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Hini pørini fara avstað í vikuskiftinum Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest flatfisk og tosk. Báðir landa í vikuni. Ein er á Íslandsryggin. Eisini hann landar í vikuni. Hinir fara helst út í vikuskiftinum
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Allir landa í vikuni.
