Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2026 12:37

Summarkonsert og fløguútgáva við Gøtu Kirkju Ungdómskóri

Tíðindaskriv

Komandi sunnudag 21. juni, kl. 16.30 hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór árligu summarkonsertina í Gøtu kirkju.

Gøtu Kirkju Ungdómskóri ger nógv burturúr at gera konsertirnar spennandi og áhugaverdar fyri áhoyrarnar, m.a. gjøgnum kreativar uppstillingar og rørslur.

Kórið skal í juli luttaka til stóran altjóða kórfestival – og kapping í Preveza í Grikkalandi, har vit skulu framføra 12 kórverk. Tað verða tí hesi kórverkini, ið verða framførd á konsertini, áðrenn tey aftur verða framførd í Grikkalandi.

Kórverkini spenna víða: Alt frá føroyskum sangum til altjóða klassisk meistaraverk, og ikki at gloyma tey frálíka rútmisku verkini, sum kórið hevur lært og dyrka seinasta árið.

Nýggj fløguútgáva sama dag:
Til konsertina verður ætlandi eisini høvi at keypa nýútkomnu fløguna við kórinum, sum inniheldur 4 føroysk kórverk, og 4 Spirituals.

Kirkjukonsertir eru sum altíð ókeypis, men høvi verður til at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.